Kunningartiltak verið á Sandi

Hóskvøldi 23. mai varð skipað fyri einum kunningartiltaki á Sands bókasavni. Økistænastan í Sandoyar sýslu stóð fyri tiltakinum. 

Tað gerast alsamt fleiri og fleiri, sum fáa staðfest Alzheimer og aðrar demenssjúkur. Sjúkan rakar eisini avvarðandi, sum mangan kenna seg einsamallan og ráðaleysan.

Umboð fyri Alzheimerfelagið greiddu frá, hvat felagið ger fyri at varpa ljós á hesar álvarsligu heilasjúkur, hvat felagið arbeiðir við og hvussu felagið kann stuðla og hjálpa fólki við demenssjúku og avvarðandi teirra.

Maiken Olsen, leiðari fyri Økistænastuna, kunnaði eisini um demensráðgevingina hjá Økistænastuni og samstarvið við Demensklinikkina.

Alzheimerfelagið takkar Økistænastuni fyri góða samstarvið og fyri høvið at upplýsa og greiða frá tí, ið felagið arbeiðir við og hevur at bjóða.

Frá vinstru: Maiken Olsen, leiðari av Økistænastuni í Sandoyar sýslu, Óløf Tungá, nevndarlimur, Unn Justinussen, næst forkvinna og Hilmar Augustinussen, varalimur í Alzheimerfelagnum.