Góður fundur við høvuðsboðskapinum: Demensøkið má samlast og betrast

11. juni var Alzheimerfelagið á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Almanna- og mentamálum.

Talan var um ein sera góðan fund, har landsstýriskvinnan lurtaði, og kom við útsøgnum, ið vitna um, at hon kennir væl til økið, og er viljað at bøta um manglar og mismunir.

Landsstýriskvinnan tekur undir við, at demensøkið má savnast, og hevur samskift við kommunurnar, ið varða av kommunalu eldraøkjunum, um hetta. Men tíverri er torført at finna semju, tí málið m.a. snýr seg um fígging og flyting av ábyrgd og uppgávum.

Nevndin hevur fyrr í ár verið á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í Heilsumálum og við Kommunufelagið

Høvuðsboðskapurin hjá felagnum hevur verið hin sami á øllum fundum:

  • Tað skapar mismun í tilboðum til borgarar og avvarðandi, at ábyrgdin av fólki við demenssjúku er býtt sundur í undir og yvir 67 ár.
  • Demensøkið eigur at verða samlað, og myndugleikaábyrgdin skal vera greið og einføld.
  • Krøv mugu setast til tilboð og røkt til fólk við demensi, tí hesi fáa ikki nøktandi tænastur og tilboð, ið stuðla undir einum dygdargóðum lívi við sjúkuni.

Okkara fatan er, at allir myndugleikar eru samdir um, at demensøkið skal samlast og skipast undir einum myndugleika. Men hvør tekur ábyrgd?!

Fólk við demensi undir 67 fyri mismuni

Síðan 2015 hevur Almannaverkið havt ábyrgd av fólki við demensi undir 67 ár, og kommunurnar hava havt ábyrgd av demenssjúkum yvir 67 ár.

Av tí, at lutfalsliga fá fólk undir 67 ár liva við demenssjúku (uml. 30), mennir Almannaverkið ikki tilboð og tænastur til hesi. Eisini hava demenssjúk undir 67 ár sera vánaligar lógarásettar sømdir í mun til stórt sæð allar aðrar sjúkubólkar, ið Almannaverkið varðar av. Fólk við demenssjúkum fáa sostatt færri tilboð frá Almannaverkinum enn aðrir sjúkubólkar.

Eitt nú hevur Almannaverkið ongin serstøk bútilboð til fólk undir 67 ár við demenssjúku, og Almannaverkið hevur heldur einki serstakt umlættingartilboð til tey. Fólk við demenssjúku fáa heldur ikki viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum eins og fólk við parkinson, sklerosu og seinheilaskaða.

Tilboðini til avvarðandi eru heldur ikki nøktandi. Avvarðandi at fólki við demensi kunnu eitt nú ikki fáa endurgjald fyri mista inntøka, um tey noyðast niður í arbeiðstíð vegna demenssjúku hjá sínum kæra.

Einastu tilboðini, Almannaverkið hevur at bjóða demenssjúkum undir 67 ár, eru tvey dagtilboð: eitt í Havn og eitt á Glyvrum. Hetta er ikki nøktandi.

Sum heild føra vantandi tilboð og tænastur til yngri fólk við demenssjúku til, at tey versna óneyðuga skjótt, og noyðast inn á ellis- og røktarheim at búgva óneyðuga tíðliga. Hartil verða avvarðandi útmødd og strongd av støðuni, og nógv enda við at verða sjúkaskrivað.

Mælt verður til at savna demensøkið hjá kommununum

Í álitinum ”Í góðum hondum” frá 2022 verður mælt til, at demensøkið verður savnað hjá kommununum. Alzheimerfelagið tekur undir við at savna demensøkið hjá kommununum. Tó er tað SERA týdningarmikið, at krøv verða sett um nøktandi og dygdargóð tilboð og tænastur, so sum viðlíkahaldsvenjing, ergoterapi, virkistilboð, hóskandi umlættingar- og búpláss, og at nøktandi fígging fylgir við til kommunurnar.

Tað má eisini áleggjast eldrasamstørvunum at samstarva um demensøkið, so tær fáa samvirkanar-árin av tilboðum, og til ber at byggja og skipa vælegnað bútilboð til lutfalsliga ung við demensi, har familjan eisini kann verða ein partur av gerandislívinum.

Neyðugt er eisini við lóg at tryggja betri sømdir fyri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi, sum oftast gerast primerar umsorganarpersónar. Avvarðandi í arbeiðsførum aldri verða ofta hart rakt fíggjarliga, tá teirra nærmasti fær demenssjúku.

Øll samd, men handling vantar

Trupulleikarnir á demensøkinum eru vælkendir av avvarðandi myndugleikunum og øllum politikarunum, ið vit hava tosað við, og vóru eyðsýndir, longu tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í januar 2015.

Allir mynduleikar, ið nevndin hevur fundast við, eru samd um, at økið er ikki nóg væl skipað, og tað gongur útyvir fólk við demenssjúku og avvarðandi – serliga undir 67 ár.

Mynduleikarnir ásanna tó, at tað er torført at finna eina loysn, tí tað snýr seg um fígging og flyting av ábyrgd og uppgávum frá einum myndugleika til annan.

Hetta heldur nevndin verða sera, sera óheppið, tí í botn og grund snýr politikkur seg um at skapa góðar karmar fyri borgaran/skattaborgaran, og ikki um hvør kassi skal rinda.

Familjurnar verða raktar sera meint

Samanborið við norðurlendsk tøl, verður mett, at útvið 1000 føroyingar hava demens, og tí eru fleiri túsund føroyingar avvarðandi. Hetta er sostatt ein stórur samfelagstrupulleiki.

Hvønn dag líða fólk við demenssjúku og teirra familjur undir verandi skipan, og sjúkan rakar bæði sálarliga og fíggjarliga og koyrir nógvar familjur í sor.

Vit heita tí á avvarðandi myndugleikar: Almanna- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Kommunufelagið um at seta seg saman og finna eina haldgóða loysn til frama fyri demensraktar familjur og skattaborgaran sum heild.