Væleydnaður summartúrur við Toftavatn

Í allar fagrasta sólskinsveðrinum í gjár, savnaðust umleið 50 fólk við Skótahúsið við Løkin. Síðan gekk leiðin eftir gøtuni runt Innara vatn.

Á vegnum, varð steðgað á ymsastaðnis, har vit nutu veðrið, fuglasongin og fingu okkurt leskiligt at drekka og okkurt søtt undir tonnina.

Við á ferðini, høvdu vit frásøgumannin Janus Jensen av Toftum, sum so væl greiddi okkum frá ymsum søgum og hendingum, ið knýta seg til vatnið og økið.

Eftir gongutúrin varð farið niðan á Røktar-og ellisheimið, har borðreitt varð við heimabakaðari køku og kaffi. Stóra tøkk til Roðan fyri gestablídni og góðu køkuna.

Alzheimerfelagið takkar øllum, ið gjørdu av at ganga túrin saman við okkum og takk fyri góðu og gevandi løtuna.

Við summarkvøðu

Nevndin