Alzheimerfelagið á fundi við Almananverkið

Mánadagin var Alzheimerfelagið á fundi við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum og Hjørdis S. Mortensen, trivnaðarstjóri í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum.

Alzheimerfelagið fegnast um høvið at siga sína meining, og takkar fyri ein góðan fund, har tað varð lurtað, og nøkur ítøkilig boð uppá átøk, ið kunnu betra um tænastuna, komu á borðið. Men felagið ásannar eftir fundin, at stórar avbjóðingar eru at arbeiða við.

Demenssjúk undir 67 ár verða ikki raðfest nóg høgt

Alzheimerfelagið hevði biðið um fund við Almannaverkið, tí felagið heldur ikki, at fólk við demenssjúku undir 67 ár fáa nøktandi hjálp.

Á fundinum vístu vit á, at hóast Almannaverkið hevur havt ábyrgdina av demenssjúkum undir 67 ár í sløk 10 ár, hevur alt ov lítið verið gjørt til tess at raðfesta og menna tilboð og tænastur til hendan bólkin. Tað stendur illa til á økinum, og tað líða yngri fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi undir hvønn dag!

Stórur tørvur á fleiri tilboðum tíðliga í sjúkugongdini og á umlætting

Almannaverkið hevur tvey góð og vælvirkandi dagtilboð til demenssjúk – eitt í Havn og eitt á Glyvrum, sum Alzheimerfelagið fegnast um. Afturmeldingarnar frá brúkarum og avvarðandi eru sera jaligar og mælir Alzheimerfelagið til, at slíkt dagtilboð verða verksett aðrastaðnis í landinum eisini.

Tíverri hevur Almannaverkið ikki demenssamskipara ella demensfakligan ráðgeva í starvi, og skortar tað uppá tilboð og tænastur heilt tíðliga í sjúkugongdini.

Sum kunnugt hevur Almannaverkið ikki búpláss ella umlættingarpláss til yngri fólk við demenssjúku. Umlættingarpláss eru sera trupult at fáa, tí Almannaverkið má keypa pláss frá kommununum, sum sjálvar hava tørv á plássunum til demenssjúk yvir 67 ár.

Avleiðingin er, at tey yngru eru við sviði soð, og hava sera trupult við at fáa umlætting – við álvarsligum fylgjum fyri familjuna. Almannaverkið hevur áður hugt at møguleikanum at veita umlætting í verandi dagtilboðum- Hetta vísti seg ikki at vera ein møguleiki tá, men Alzheimerfelagið mælir til, at hesin møguleikin verður kannaður aftur. Ella at onnur loysn verður funnin.

Hetta heldur Alzheimerfelagið, at Almannaverkið eigur at arbeiða við

Á fundinum varpaði Alzheimerfelagið ljós á fleiri tilboð og tænastur, sum vanta, og sum felagið heldur, at Almannaverkið eigur at seta á stovn ella raðfesta hægri. Tað gjørdu vit millum annað við at seta stjóranum hesar spurningar:

  • Ráðgeving og stuðul frá demenssamskipara/kontaktpersóni

Hvørjar ætlanir hevur Almannaverkið um, at tryggja yngri við demenssjúku og avvarðandi nøktandi og málrættaða ráðgeving frá demenssamskipara og skipa fyri avvarðandibólkum?

  • Stuðulsskipan

Ætlar Almannaverkið at seta í verk stuðulsskipan, har stuðul kann koma í heimið hjá yngri fólki við demenssjúku. Hendan møguleika hava aðrir bólkar, ið Almannaverkið varðar av, og tí er mismunur í tænastunum.

  • Viðlíkahaldsvenjing

Ætlar Almannaverkið at tryggja, at yngri fólk við demenssjúku fáa í boði viðlíkahaldsvenjing – eins og hinir bólkarnir, ið Almannaverkið varðar av?

  • Pakka 1. tilboð – stuðuls og virkistilboð tíðliga í sjúkugongdini

Hvørjar ætlanir hevur Almannaverkið um at menna fleiri tilboð til demenssjúk, ið eru tíðliga í sjúkugongdini. Sonevnd pakka 1 tilboð, ið kunnu fevna um eitt nú svimji- og gongubólk, CST-bólkar, arbeiðslíknandi tilboð, avvarðandibólkar v.m.

Tølini hjá Almannaverkinum vísa, at lutfalsliga fá fólk nýta dagtilhaldini. Ein orsøk til hetta, sum Alzheimerfelagið hoyrir um, kann vera, at dagtilhaldini bæði eru fyri fólk tíðliga og seinni í sjúkugongdini, og tí verða tørvirnir ov ymiskir. Alzheimerfelagið mælir til at raðfesta fleiri tilboð til fólk, sum eru tíðliga í sjúkugongdini, og at tillaga og raðfesta dagtilboðini, til tey, sum eru komin nakað longur í sjúkugongdini.

  • Hjálpartól

Hvat ætlar Almannaverkið at gera fyri at tryggja, at fleiri hjálpartól verða tøk til fólk við demensi á Hjálpitólamiðstøðini, og hollur kunnleiki at ráðgeva um tey.

  • Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Vil stjórin tryggja somu sømdir fyri avvarðandi at demenssjúkum, sum avvarðandi at fólki við seinheilaskaða, í mun til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku?

  • Savna demensøkið

Tekur stjórin undir við tilmælinum “ Í góðum hondum” um at savna demensøkið hjá kommununum? Um so er, hvørji stig vil stjórin taka so tað hendir og nær?

Høvuðsniðurstøður: Almannaverkið vil betra um tænasturnar, men ynskir eitt samlað demensøki!

Á fundinum kom í høvuðsheitum fram, at Almannaverkið ynskir, at

demensøkið verður savnað hjá kommunum. Hetta hevur Almannaverkið víst á í nógv ár, og Edvard Heen vónar at avvarðandi mynduleikar loysa málið sum skjótast.

Ongin veit tó, nær hetta hendir, og á fundinum kom fram, at Almannaverkið tí fer at arbeiða við nøkrum ítøkiligum málum fyri at betra um tænastuna til yngri fólk við demensi.

Ítøkiliga fer Almannaverkið at arbeiða við at fáa í lag at seta ein demenssamskipara, sum kann ráðgeva og vegleiða fólk við demensi og teirra avvarðandi, og virka sum bindilið millum tann demenssjúka, Almannaverk og landsdemenssamskiparan á Demenskilinkkini.

Eisini segði Almannaverkið seg vilja kanna, hvørt møguleiki er at seta á stovn eina skipan við sosialráðgeva/ kontaktpersóni, sum kann ráðgeva og vegleiða familjuna í mun til ymiskar veitingar og fíggjarviðurskiftir.

Almannaverkið segði seg eisini vilja arbeiða við at veita fleiri tilboð til tann sjúkurakta og familjuna, í byrjanini av sjúkugongdini, tvs. áðrenn ein far tørv á dagtilboðið, og kanna hvørt fleiri hjálpartól og betri kunnleiki til hjálpartól til demenssjúk kunnu raðfestast á Hjálptólamiðstøðini.

Viðvíkjandi viðlíkahaldsvenjing, varð greitt frá, at fleiri og fleiri bólkar so líðandi verða fevndir av tilboðnum. Soleiðis er eisini ætlanin, at viðlíkahaldsvenjing skal fevna um yngri fólk við demenssjúku.

Nógv at arbeiða fyri

Tað var ein góður fundur, men ásannast má, at langur vegur er enn á mál. Vit í Alzheimefelagnum eru fegin um, at lurtað verður, og at roynt verður at finna loysnir.

Men tað gjørdist eisini púra greitt á fundinum, at verandi skipan, har demensøkið er býtt upp í aldur og millum fleiri geirar, riggar ikki. Demensøkið má savnast, so tænastur og tilboð til demenssjúk ikki er misjøvn og ymisk. Av tí at tey yngru við demenssjúku eru ein lutfalsliga lítil bólkur hjá Almannaverkinum fáa tey ikki nøktandi raðfesting. Tað gjørdi Edvard Heen púra greitt. Hetta málið segði Almannaverkið seg vilja taka upp aftur við landsstýriskvinnuna í Almanna- og Mentamálum.

Alzheimerfelagið vil tí heita á avvarðandi partar, Almannaverk og Almanna- og Mentamálaráðið um at gera eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu demensøkið kann flytast til kommunurnar. Sera týdningarmikið er, at ein slík ætlan tekur atlit til fígging av góðum og fjølbroyttum tænastum, og at krøv verða sett til hjálp og tænastur. Eitt slíkt ítøkiligt stig er neyðugt, fyri at loysa málið um at savna demensøkið!