Skandinavisk ráðstevna fyri leiðarar

Skandinavisk leiðsluráðstevna verður 23.-24- september 2024 í Oslo, og er viðkomandi fyri leiðarar á demensøkinum.

Evnið á ársins ráðstevnu er: “Framtíðar demensrøkt – leiðslunnar týðningur”. Komandi árini verða størstu avbjóðingarnar innan demensrøkt at finna, at menna og fáa starvsfólk at verða verandi í starvi. Ráðstevnan fer at leggja dent á at loysa hesar týðningarmiklu uppgávurnar.

Ein góð, faklig og visioner leiðsla hevur alt at siga fyri at skapa góðar karmar fyri fólk við demensi og fyri at fáa starvsfólk at trívast og blóma. Hetta krevur íblástur og dagførda fakliga inspiratión, og tá kann vera gott at fáa inspiratión frá londunum rundan um okkum.

Les meira við at trýsta á leinkuna. Har ber eisini til at tekna seg til ráðstevnuna.

Skandinavisk lederkonference | Nationalt Videnscenter for Demens