Vitan
Á hesi síðu savna vit nógv av tí tilfari, ið verður gjørt um demens í Føroyum. Haraftrat hava vit leinkjur til nakað av útlendskum tilfari og vísa á hentar leinkjur, har meira tilfar kann finnast.
Føroyskt tilfar
Kanningar
Títtleikin av demens í Føroyum
Maria Skaalum Petersen v.fl.
Phd ritgerð um ALS og Alzheimers
Malan Johansen
Frágreiðingar og tilmæli
Støðan hjá avvarðandi at persónum við demens
Maria Skaalum Petersen
Títtleikin av demensi á eldrabýlum í Føroyum kannaður
Maria Skaalum Petersen
Demensætlanir
Føroyska demensætlanin “Demensvinarligt samfelag 2015” er bulurin í arbeiðinum at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Demensætlanin byggir á uppritið “Demensvinarligt samfelag 2012”.
Demensætlanin frá 2015 er 8 ár, og tí arbeiðir Demensklinikkin við verkætlan, ið tey nevna “Demensvinarligari 2025. Talan er ikki eitt álit, men um eina verkætlan. Les meira niðanfyri.
Demensvinarligari 2025
Framløga um eitt demensvinarligar 2025.
Sí framløguna hjá Demensklinikkini her: Demensvinarligar Føroyar 2025
Demensvinarligt samfelag 2015
Demensætlan fyri Føroyar 2015 mælir til at gera land okkara til eitt demensvinarligt samfelag. Fyritreytir fyri hesum eru at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera at fólk við demensi áhaldandi kunnu verða ein partur av samfelagnum, tí tað í mongum viðurskiftum verða tikin atlit til hesa
avbjóðing.
Les demensætlanina her: Demensvinarligt samfelag 2015
Demensvinarligt samfelag 2012
Framferðarætlanin lýsir í stuttum, hvørjar avbjóðingar arbeiðsbólkurin metir eru á demensøkinum í Føroyum í dag, og gevur tilmæli til tiltøk, sum skulu til fyri at fremja átøkini.
Framferðarætlanin vísir á sjey øki, sum viðvíkja demens, har tað í dag eru avbjóðingar, og vísir á, hvørji øki kunnu mennast.
Tey sjey innsatsøkini eru hvør sær týdningarmiklir partar í viðgerð og røkt av fólki við demensi fyri at tryggja ein samanhangandi og effektivan innsats. Tað er heildin, fyribyrging, heilsufremjan og rehabilitering, sum skal tryggja ta góðu sjúklingagongdina. Hervið meinast tíðliga uppsporan.
Les meira her: Demensvinarligt 2012
Dokumentarar og sjónvarpssendingar
Føroyskur dokumentarur frá 2017 um tvær kvinnur, sum vóru fyrst í 50´unum, tá tær fingu staðfest Alzheimer-sjúkuna.Dagmar Joensen-Næs hevur lagt til rættis, og Rógvi Rasmussen hevur tikið upp og sett saman.Føroyskur dokumentarur frá 2010, sum lýsir, hvussu tað er at vera raktur av alzheimersjúkuni og at vera avvarðandi. Dokumentarurin tekur støði í fýra fólkum, ið búgva á Vallalíð, ið er heiminum fyri fólk við demenssjúku.
Eir í Ólavsstovu hevur lagt til rættis.Samrøða frá 2010 við Gunhild Waldemar, serlækna innan demenssjúkur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og stovnari og leiðari av “Nationalt Videnscenter for Demens”.Sjónvarpsinnsløg
Shakespeare uttan minni
Innslag í Deg og viku í juli 2023 um leikin Lear Kongur. Birita Mohr, ið hevur demens, spældi høvuðsleiklutin í leikinum.Fleiri tilboð fyrr í sjúkugongdini
Innslag í Deg og Viku í september 2021 í samand við at Alzheimerfelagið fylti 20 ár.Ov ung til ellisheimið
Innslag í Deg og Viku í marts 2021 har ljós verður varpað á vantandi bútilboð til yngri fólk við demensi. Prátað verður við hjúnini Leif og Eriku Petersen.Ov fá tilboð til ung við alzheimer
Innslag í Deg og Viku í september 2020. Prátað verður við Jens Jacob Olsen, avvarðandi.
Útvarpssendingar- og samrøður
Samrøða í sendingini Credo í januar 2023 við Stanley Samuelsen, tónleikara. Tosað verður um lívið hjá Stanley, sum í dag livir við alzheimersjúkuni.Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju
Samrøða í sendingini Vikuskifti í desember 2022 við Stanley Samuelsen, tónleikara, ið hevur demens.Samrøða frá november 2022 í Góðan Morgun Føroyar um gransking um demens og gang.Samrøða í Credo frá 2018 við Pál Weihe, hvørs kona hevði demens.
Hentar leinkjur
Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum
Nationalt Videnscenter for Demens – danski depilin fyri gransking, útbúgving og miðlan av demenssjúkum
Alzheimer Europe – meginfelag fyri alzheimerfeløg í evropiskum londum.
Norðurlendsku Alzheimerfeløgini
Alzheimerforeningen – danska alzheimerfelagið
Alzheimersamtõkin – íslendska alzheimerfelagið
Alzheimer Sverige – svenskt alzheimerfelag
Demenfõrbundet – svenskt alzheimerfelag
Najonalforeningen for folkehelsen – norska alzheimerfelagið
Muistiliitto – finska alzheimerfelagið
Upptøkur frá ráðstevnum
Fyrilestur við Al Power og Jessica Luh Kim
29.nov. 2023
Fyrilesturin snýr seg um, hvørja ávirkan okkara hugburðir og áskoðanir á demens kann hava á tilboð og trivnað hjá teimum, ið liva við demensi.Tey ungu við demensi – tilboð og tænastur
Almannaverkið varðar av teimum, sum eru yngri enn 67 ár.
Elin Danielsen greiðir frá.Demensheim og arkitekturur
Árni Winther, arkitektur greiðir frá.Demens og tannrøkt í 20 ár
Birita Ellefsen, tannlækni.Støðan hjá teimum avvarðandi og støðan á demensdeildum í koronatíðini
Maria Skaalum Petersen, granskari, og Halldis Petersen, verkætlanarleiðari.Vælferð í mjørka
Heri á Rógvu og Súsanna Olsen.Demensvinarligar 2025
Hvørji tiltøk eru framd, og hvar eru vit í demensætlanini.
Framløga við Tormóður Stórá, psykiatara og Halldis Petersen, verkætlanarleiðara.Sansir og sansastimbran
Framløga við Kirstin Ellingsgard, ergoterapeutur.Heilsan frá borgartjóranum í Tórshavn
Heðin Mortensen, borgarstjóri.Eitt gott lív við demens
Fyrilestur við Gunnhild Waldemar, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.Hvønn týdning leggja vit í orðið etikkur í umsorganararbeiðnum
Anne Mette Greve, sóknarprestur.
4 Frásagnir frá demensøkinum
1 Tað góða dagtilboðið
Unn Justinussen, Roðin.
2 Tilboð og tænastur tíðliga í demensgongdini
Lis Hansen, demessamskipari.
3 Hvat hjálpir og hvat hjálpir ikki
Sofus Joensen, psykiatari.
4 Tað góða demensheimið
Barbara S. Djurhuus, Tjarnagarður.
Kunning um verjumál
Súsanna Nordendal greiðir frá.
Setan av ráðstevnuni
Ann Mari Jensen, forkvinna.
Frágreiðing um søgu felagsins
Sigrun Mohr, stovnari, greiðir frá.
Demens simulator
Lise Knokgard, strategiskur verkætlanarmennari,
SOSU Østjylland.
Abbi og eg og abbi
Dánial Hoydal greiðir frá bókini og leiklutinum sum
avvarðandi.
Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta
Um metingarkreppuna í heilsuverkinum.
Imran Rashid, lækni.
Hjálpartól
Per Bentzen frá fyritøkuni Nemlia.
Hvar eru vit og hvar fara vit
Kjak um evnið.
Pilotverkætlanin Demensvinarliga samfelagið
Kjak
Alheims Alzheimerdagur 2019
Tað góða samskifti við Jógvan Fríðriksson
Útlendskt tilfar
Ein hjálpandi hond
Appin Demensur
Ert tú starvsfólk ella avvarðandi hjá einum við demensi, so eru nógv góð ráð og upplýsingar at finna í appini ”Demensur”, sum Videnscenter for demens hevur ment
Tú finnur appina inni á appstore á tíni telefon.
Stuðla Alzheimerfelagnum
Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.